Tað sá rímiliga væl út í fyrsta setti ímóti ÍF, sum Mjølnir-kvinnur vunnu 25-22, men so kom stígur í hjá teimum og so vunnu gestirnir úr Fuglafirði øll tey næstu trý settini, hóast málmunurin ongantíð gjørdist stórur.
Allar fortreytir vóru fyri einum rættiligum braki í KÍ-høllini seinasta sunnudag, tí tað vóru tvey av allarbestu liðunum í kvinnudeildini – Mjølnir og ÍF – sum brustu saman í einum oddadysti.
Framman undan dystinum hevði ÍF 12 stig fyri 8 dystir, meðan Mjølnir hevði 10 stig fyri 7 dystir – so har var rættiliga javnt teirra millum.
Javnur dystur.
Fyrra dystin teirra millum vann Mjølnir akkurát 3-2, so roknast kundi við eini javnari uppgerð, og frá byrjan í kvinnudystinum í KÍ-høllini leygardagin var greitt, at talan fór at vera um ein javnan dyst.
Liðini bæði fylgdust rímiliga væl í fyrsta settinum, tóat Mjølnir oftast var nøkur mál á odda.
Hetta settið vann Mjølnir 25-22.
Mjølnir í verri
venjingarstøðu.
Eftir sigurin í fyrsta setti vóru vónir um ein sigur til Mjølnir til steðar, men so skuldi ikki vera, tí ÍF fór við trimum teimum næstu settunum, sum vórðu vunnin við málmununum 18-25, 17-25 og 19-25.
Í viðmerking eftir dystin varð Marjun Kalsø, liðskipari hjá Mjølni, millum annað endurgivin fyri at siga, at hon ikki helt tær vera nóg væl fyri til at kappast við ÍF.
– Vit skulu brúka nógv meiri orku at vinna okkara bóltar enn tær, og í løtuni klára vit ikki at hanga í, segði ein vónbrotin liðskipari sunnudagin.
Ein niðurtúrur
hjá monnunum.
Aftan á dystin hjá kvinnunum sunnudagin leiktu eisini bestu mansliðini hjá Mjølni og ÍF, ið verða mett sum ávíkavist næstbesta og besta liðið í meistaradeildini.
Men dysturin bar ikki brá av at vera millum tvey av teimum bestu, tí munurin var alstórur.
ÍF vann dystin uttan stórvegis trupulleikar av lítlu mótstøðuni frá Mjølni.
Úrslitið gjørdist 3-0 við settmununum 17-25, 16-25 og 15-25.




