Við 3-1 sigrinum á Drátti vestur í Vágum sunnudagin, halda bestu kvinnurnar hjá Mjølni fast í oddanum í deildini, har tær nú skulu suður til Tvøroyrar at leika oddadyst ímóti TB.
Einasta liðið í kvinnuligu meistaradeildini, sum higartil hevur vunnið á Mjølni, er júst TB, so klaksvíkskvinnur hava nakað at rætta uppaftur, tá tær um vikuskiftið fara suður.
Framvegis eru tað
TB, ÍF og Mjølnir.
Møguliga er Dráttur ikki eins sterkt í ár, sum tað hevur verið okkurt av undanfarnu árunum, men tað var kortini eitt gott avrit av Mjølnir-kvinnum at vinna har vesturi seinasta sunnudag.
Harvið staðfestu tær sín status sum oddalið saman við TB og ÍF, sum bæði hava 10 stig fyri 6 dystir, meðan Mjølnir hevur 8 stig fyri 5 dystir.
Tað vóru júst hesi trý liðini, ið vit fyri stuttum roknaðu sum heitastu boðini upp á komandi føroyameistaran.
Dystir útsettir
hjá monnunum.
Sambært skránni skuldu Mjølnir-menninir leika ein útidyst og ein heimadyst ímóti SÍ, men sum nevnt í seinastu viku, heitti Mjølnir á Flogbóltssambandið um at fáa hesar dystirnar útsettar, til Stanislav Hristov er afturkomin úr heimlandinum Bulgaria, hagar hann av persónligum ávum mátti fara í úrtíð.
Hetta ynskið varð teimum eftirlíkað, og Mjølnir-menninir leiktu tí ikki seinasta vikuskiftið. Einasti dystur var millum ÍF og Fleyr, sum endaði 3-0 til fuglfirðingar.
Støðan hjá monnunum:
ÍF 10 stig (5 dystir)
Mjølnir 4 stig (3 dystir)
Fram 4 stig (4 dystir)
SÍ 2 stig (3 dystir)
Fleyr 0 stig (5 dystir)




