Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flogbóltur – meistaradeildin kvinnur og menn: Mjølnir-kvinnurnar hildu FM-kósini meðan menninir viltust av leið

(Jens Pauli Rasmussen)

Tveir avgerandi oddadystir í meistaradeildunum báðum vóru í KÍ-høllini í dag (sunnudagin), har kvinnurnar gjørdu sína skyldu og vunnu trygt 3-0 á Drátti og tí framvegis eru oddalið í kappingini. Verri gekst hjá monnunum, sum máttu lúta fyri sørvingum.

Mjølnir-kvinnur halda fast um kós teirra ímóti tí 15. meistaraheitinum síðan 1981.

Í dag vunnu tær 3-0 á Dráttur-kvinnum, sum koma úr Vágum. Munurin var ikki so stórur í fyrsta setti, sum klaksvíkskvinnur vunnu 25-23. Men tær tóku alt meira yvir og vunnu tey bæði næstu settini meira sannførandi, fyrst 25-17 og síðani 25-15.

Soleiðis eru kvinnurnar úr Mjølni framvegis á odda í sterkastu kappingini:

Støðan:
1) Mjølnir 19 stig
2) ÍF 18 stig
3) TB 16 stig
4) Dráttur 7 stig
5) Fleyr 5 stig
6) KÍF 1 stig


Hinvegin gekst verri hjá monnunum, sum seinasta vikuskiftið góvu sær sjálvum og viðhaldsfólkunum nýggjar vónir.

Trupulleikin í ár hevur verið óstøðug avrik, og tað var júst tað, sum gjørdi seg galdandi í hesum dystinum.

Mjølnir-menn vunnu 1. settið tepurt 25-23 og taptu síðani 2. settið líka tepurt, 23-25.
Men so dalaði avrikið eitt sindur, samstundis sum SÍ-ararnir vóru sera ágrítnir og áleypandi. Sørvingar vunnu 3. settið við málmuninum 25-21.

Nú mátti slagið vendast, men tíverrri hendi júst tað øvugta í byrjanini av 4. setti. SÍ legði seg á odda við nógvum málum, og hóast Mjølnir royndi sum best at koma aftur, so var munurin longu blivin ov stórur – teir náddu tað ikki. Úrslitið av hesum seinasta settinum gjørdist 25-18 til gestirnar, sum eyðvitað vóru ovurfegnir um úrslitið.

Við hesum hevur Mjølnir mist eitt sera týðandi fet í oddastríðnum. Synd, synd.

3 dystir eru nú eftir í part, so allar súðir eru ikki syftar hjá ÍF, hóast teir nú liggja sera væl fyri.
Treytin er sjálvsagt, at Mjølnir vinnur sínar dystir (eisini ímóti ÍF), samstundis sum ÍF skal snáva ímóti antin SÍ ella Fram.

So tað BER til enn.

Støðan:
1) ÍF 14 stig
2) Mjølnir 11 stig
3) SÍ 11 stig
4) Fram   8 stig
5) Fleyr   0 stig