Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flogbóltur, meistaradeildin kvinnur og menn: Sunnudagin verður tann avgerandi styrkiroyndin millum ÍF og Mjølnir

(
John Færø)

Bæði tey bestu liðini hjá Mjølni fara sunnudagin til Fuglafjarðar, og í báðum førum er talan um finalulíknandi dystir. Undan dystinum eru Mjølnir-kvinnur 1 stig undan ÍF, meðan Mjølnir-menn liggja 3 stig aftanfyri fuglfirðingar.

Hetta vikuskiftið verða dystirnir í kvinnuligu meistaradeildini hesir:

Hósdagin 20. februar 2003  kl. 20.00:
Dráttur – KÍF

Sunnudagin 23. februar 2003  kl. 13.00:
ÍF – Mjølnir
Fleyr – TB

Undan dystunum er støðan í kvinnuligu meistaradeildini hendan:
1)  Mjølnir 19 stig
2)  ÍF 18 stig
3)  TB 16 stig
4)  Dráttur   7 stig
5)  Fleyr   5 stig
6)  KÍF   1 stig


Í mannligu meistaradeildini verða dystirnir hetta vikuskiftið hesir:

Sunnudagin 23. februar 2003  kl. 16.00:
ÍF – Mjølnir
Fram – SÍ

Undan dystunum er støðan í mannligu meistaradeildini hendan:
1)  ÍF 14 stig
2)  Mjølnir 11 stig
3)  SÍ 11 stig
4)  Fram   8 stig
5)  Fleyr   0 stig