Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flogbóltur, meistaradeildin kvinnur: TB-Mjølnir 3-2: TB vann aftur á Mjølni men nú var lítil munur

Oliver Joensen

Mjølnir-kvinnurnar byrjaðu sum brandar við stórsigri í fyrsta settinum ímóti TB suðuri í Trongisvági leygardagin í einum dysti, sum mátti út í fimm sett, áðrenn hann var avgjørdur.

Líkt er til, at Mjølnir-kvinnur gerast alsamt betri, sum tað líður út í kappingina. Í øllum førum er gongdin í úrslitunum hugalig, og seinasti dysturin var einki undantak.

Mjølnir fingu
dreymabyrjan.
Klaksvíkskvinnur fingu eina dreymabyrjan í oddadystinum ímóti TB, sum undan dystinum hevði sama stigatal sum Mjølnir, nevniliga 10 stig.
Norðoya-kvinnur blástu suðringarnar rættiliga av vøllinum hesa fyrstu løtuna og vunnu fyrsta settið við ikki minni enn 14 málum. Úrslitið av fyrsta settinum gjørdist 25-11 til Mjølnir.

Síðani komu
trý jøvn sett.
Eftir avsmurningin í fyrsta setti komu TB-kvinnur meira fyri seg og vunnu tey næstu tvey settini.
Munurin á liðunum hesa løtuna var tó lítil og ongin, tí settini vóru øll jøvn.
TB vann annað settið 25-21 og síðani tað triðja 25-17, men so svaraðu Klaksvíks-kvinnur aftur við at vinna fjórða settið 25-23.
Harvið gjørdist samlaða støðan í dystinum 2-2, tí liðini bæði høvdu vunnið hvør síni tvey sett.

Dysturin mátti
út í fimm sett.
Tá dystir eru so javnir, mugu teir avgerast í einum fimta og avgerandi setti, sum vanliga verður nevnt ein javnbrótari. Hetta seinasta settið, tá javna støðan skal brótast, er styttri enn tey vanligu settini – leikt verður bert upp í 15.

Slóu ikki
nóg hart.
Hóast Mjølnir hevði svarað aftur við at vinna tað fjórða setti og harvið hevði javnað til 2-2, so helt tann gongdin ikki fram í fimta settinum.
TB-kvinnur vunnu hetta settið við málmuninum 15-8 og vunnu harvið dystin 3-2.
Ein orsøkin til, at Mjølnir dragnaði ímóti endanum, varð søgd at vera, at orkan lutvíst fór at ganga undan, og at tær tí ikki slóu eins hart, og tær gjørdu at byrja við í dystinum. Harvið fingu TB-kvinnur eitt sindur størri rásarúm til teirra spæl.

Tær blíva
alsamt betri.
Eyðvitað eru fleiri meiningar og metingar um hetta, men samanumtikið eigur tað at vera hugaligari, um so er, at tað er venjingarstøðan heldur enn evnini, sum mangla í – tí venjingarstøðu kann ein gera nakað við.
Hvussu er og ikki, so er hetta í tráð við gongdina higartil í kappingini, tí Mjølnir-kvinnurnar eru blivnar bara betri og betri, so hvørt sum venjingarstøðan og samanspælið er batnað hjá teimum.
Dystirnir higartil ímóti TB eru góð dømi um hetta, og leygardagin var so at siga eingin munur á liðunum báðum, so við hetta lag verður Mjølnir um stutta tíð ikki til at taka.
Við sigrinum kom TB upp á 12 stig, meðan Mjølnir hevur 10 stig.