Mjølnir-menn vunnu aftur sunnudagin, hesa ferð ein tryggan sigur á Fram, men tað gav tó einki í kappingini um meistaraheitið, tí er tokið nú endaliga farið fyri teirra viðkomandi helst til Fuglafjarðar, har besta mansliðið í flogbolti neyvan verður steðgað, hóast SÍ enn kann náa tað, men so skulu teir fyrst sjálvir vinna á ÍF og so hava hjálp frá Fram.
Mjølnir-menn vunnu á heimavølli ein tryggan 3-0 sigur á Fram sunnudagin. Settúrslitini vóru 25-18, 25-16 og 25-22.
Hetta var tann fimtandi landskappingardysturin hjá Mjølni, sum sostatt nú bara hevur ein dyst eftir at leika. Sostatt er greitt, at Mjølnir ikki longur kann gerast føroyameistari, tí munurin upp til oddaliðið ÍF er nú 3 stig.
Mjølnir kann tó framvegis røkka silvurinum, um ÍF komandi vikuskiftið vinnur á SÍ, og Mjølnir síðani eisini vinnur á Fleyri í seinasta dystinum, sum verður í KÍ-høllini tann 15. mars.
SÍ hevur eisini bara ein dyst eftir at leika, meðan ÍF, Fram og Fleyr hava 2 dystir í part eftir.
Støðan meistaradeildin menn er nú henda:
1) ÍF 14 dystir 16 stig
2) SÍ 15 dystir 15 stig
3) Mjølnir 15 dystir 13 stig
4) Fram 14 dystir 8 stig
5) Fleyr 14 dystir 0 stig
Írestandi dystirnir:
ÍF:
09-03: Ímóti SÍ á útivølli
15-03: Ímóti Fram á heimavølli
SÍ:
09-03: Ímóti ÍF á heimavølli
Mjølnir:
15-03: Ímóti Fleyr á heimavølli




