Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flogbóltur – meistaradeildin menn: Gull og greipa: ÍF ella Mjølnir

Norðlýsið

Tríggjar spennandi uppgerðir vera í næstum millum ÍF og Mjølnir í mestaradeildini hjá monnum

28. januar á Kambsdali og 28. februar í KÍ-høllini verða sannir oddadystir í meistaradeildini hjá monnum millum ÍF og Mjølnir, og ímillum hesar báðar landskappingardystirnar møtast somu lið í tí størsta brakinum, sum er í føroyskum flogbólti í dag, nevniliga í sjálvari tí stóru steypafinaluni, sum verður í Høllini á Hálsi í Havn leygardagin tann 17. februar 2007.

Bondini millum Fuglafjørð og Klaksvík eru søgulig – tey røkka mong ættarlið aftur í tíðina. Eitt hava fuglfirðingar staðið saman við klaksvíkingum um Klaksvíkar Sjúkrahús, og somuleiðis stuðlaðu klaksvíkingar undir, tá miðnámsskúlin varð plaseraður á Kambsdali.
Tað verður enntá eisini sagt, at lutfalsliga nógv hjúnaløg eru, har makarnir eru úr býunum báðum.
Sostatt rukku fleiri bond býanna millum, hóast Leirvíksfjørður lá ímillum sum ein forðing, reint ferðsluliga.

ÍF og Mjølnir eru
blivin grannafeløg
Við Norðoyatunlinum hvarv henda ferðsluliga forðing, og Fuglafjørður og Klaksvík gjørdust grannabýir – ein broyting, sum hevur bundið økini bæði nærri hvør øðrum.
Avleiðingarnar av hesi broyting røkka sjálvandi eisini inn í ítróttaheimin. Eitt nú eru flogbóltsfeløgini ÍF í Fuglafirði og Mjølnir í Klaksvík blivin næstu grannar, og dystirnir teirra millum er tí blivnir ein nýggj lokaluppgerð innan føroyskan flogbólt.
Kring allan heim hava lokaluppgerðir ein serligan dám og týdning fyri viðkomandi feløg og áskoðarar, men í ár eru dystirnir millum mannligu meistaradeildarleiðini hjá ÍF og Mjølni tó meira enn bert lokaluppgerðir – har stendur nógv meira upp á spæl.

Tað fær illa
verið javnari
Á stigatalvuni í meistaradeildini fyri menn liggja júst ÍF og Mjølnir rættiliga klárt á odda sum ávíkavist nr. 1 og 2.
ÍF hevur munin í vunnum dystum, og teir hava tí eisini fleiri stig enn Mjølnir. Av teimum higartil 10 dystunum hava fuglfirðingar vunnið 9 og tapt 1, meðan Mjølnir hevur vunnið 8 og tapt 2.
Av tí at ein sigur í flogbóltskappingini gevur 2 stig, skuldi munurin verið 2 stig, men skipanin er tann, at stigini verða býtt í helvt, tá kappingin er hálvrunnin (tað var tíðliga í desember í fjør), og munurin millum ÍF og Mjølnir er tí bara eittans stig, 11 til ÍF og 10 til Mjølnir.
Um nakar stigamunur skal vera, so fær hann ikki verið minni enn hetta, men enn merkisverdari er støðan, tá ein hyggur at settmuninum hjá liðunum báðum – hann er nevniliga fullkomuliga eins hjá báðum liðum!
ÍF og Mjølnir hava bæði vunnið 27 og tapt 13 sett og hava tí bæði ein settmun á +14 sett.
Jú tað er veruliga javnt millum hesi bæði oddaliðini í meistaradeildini.

Lokaluppgerðir
verða avgerandi
Higartil hava bæði ÍF og Mjølnir vunnið hvør sín av innanhýsis dystunum teirra millum, og um tey halda á at vinna hinar dystirnar, so verða tað teir báðir innanhýsis dystirnir, sum eftir eru, ið verða avgerandi fyri, hvar gullið í meistaradeildini fer at enda.
Tann 20. oktober í fjør spældu liðini á Kambsdali, og vann ÍF tann dystin, sum var ein 5-settari, tvs. hann var rímiliga javnur, men ein mánað seinni, tann 19. november var returdysturin í KÍ-høllini, og tann dystin vann Mjølnir 3-0, ið ljóðar sum ein tryggur sigur, men úrslitið gevur ikki ta røttu myndina av dystinum, tí burtursæð frá fyrsta settinum, so var málmunurin í teimum einstøku settunum sera lítil. Næsta settið vann Mjølnir 25-23 og tað triðja vunnu klaksvíkingar 28-26, so aftur her var talan um eina javna lokaluppgerð millum oddaliðini bæði.
Sostatt bíða tveir spennandi oddadystir, har liðini uttan iva fara at geva seg fult út fyri at vinna, tí roknast kann við, at vinnarin av hesum dystum eisini verður føroyameistari í meistaradeildini.

Allar størsta brakið
verður steypafinalan
Sambært kappingarskipanini á heimasíðu Flogbóltssambandsins, www.fbf.fo, so møtast ÍF og Mjølnir á Kambsdali tann 28. januar, og tey møtast aftur í KÍ-høllini ein mánað seinni, tvs. tann 28. februar 2007.
Men umframt hesar báðar dystirnar í landskappingini í meistaradeildini, so skulu ÍF og Mjølnir eisini møtast í tí størsta brakinum, sum er í føroyskum flogbólti í dag, nevniliga í sjálvari tí stóru steypafinaluni, sum verður í Høllini á Hálsi í Havn, og fyri at tað ikki skal vera lygn, so liggur hendan finalan mitt ímillum hinar báðar lokaluppgerðirnar.
Tann stóri steypafinaludagurin verður nevniliga leygardagin tann 17. februar 2007.
Sostatt er lagt upp til ein sannan endaspurt millum grannaliðini her í økinum, bæði í landskapping og steypakapping – so ÍF og Mjølnir dystast veruliga um gull og greipuna í ár.

Fleyr og Mjølnir
jøvn í FM-heitum
Á www.fbf.fo kann ein eisini lesa hagtøl um, hvørji feløg hava vunnið føroyameistaraheitið í teimum ymisku deildunum.
Har framgongur, at síðan meistaradeildin í 1986 varð sett á stovn, hava tvey feløg vunnið FM-heitið flestar ferðir.
Mjølnir og Fleyr hava nevniliga vunnið FM 7 ferðir í part, síðani kemur ÍF við 4 FM-heitum, síðani Fram við 2 og at enda SÍ við einum FM-heiti.
Sostatt er kappingin í ár eisini avgerandi fyri, um tað skal eydnast Mjølni í ár at leggja seg einsamalt á odda í kappingini um flest vunnin FM-heiti í meistaradeildini hjá monnum.

Yvirlit yvir FM-heitið
Meistaradeildin, 1986-
Mjølnir    7 FM-heiti    (1986, 1987, 1988, 1994, 1996, 1998, 2004)
Fleyr    7 FM-heiti    (1990, 1991, 1992, 1993, 1995, 2000, 2006)
ÍF    4 FM-heiti    (1989, 1999, 2001, 2003)
Fram    2 FM-heiti    (1997, 2002)
    1 FM-heiti    (2005)

Harleyfacadeacryl