Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flogbóltur, meistaradeildin menn: Mjølnir-menn taptu ein sera spennandi oddadyst í Sørvági

(
John Færø)

Í avgerandi løtuni gekk tað ikki eftir vild hjá besta mansliðnum hjá Mjølni, tá teir sunnudagin vitjaðu SÍ í Sørvági. Mjølnir, sum hevur gjørt stór framstig í seinastuni, spældi heilt væl og var ógvuliga nær einum sigri.

Mjølnir vann á SÍ, tá teir leiktu ímóti teimum í innleiðandi umfarinum av Mjølnir-kappingini síðsta vikuskiftið, og eins og tá var dysturin í Sørvági í gjár sera spennandi.
Sum skilst gekk spælið væl hjá Mjølni, og teir tóku eisini fyrsta settið.
SÍ vann síðani tað næsta settið, áðrenn Mjølnir svaraði aftur og legði seg framum aftur 2-1 við at vinna triðja settið.
Men sørvingar høvdu meira eftir í sær og megnaðu at javna til 2-2 í fjórða setti, sum teir vunnu.
Nú skuldi javnbrótari til, og hann gekk eisini javnt á. Mjølnir tóktist ikki at vera við undirlutan kanska heldur tvørturímóti, men tá avgerandi løtan nærkaðist fór brádliga at bila, og tað kostaði teimum sigurin.
Sum skilst á monnum, so var tann avgerandi orsøkin til ósigurin í javnbrótaranum tann, at teir fleiri bóltar á rað miseydnaðust at taka ímóti servunum hjá sørvingum, og so var brádliga liðugt.
Sostatt vunnu sørvingar 3-2 á Mjølni, sum harvið misti eitt avgerandi fet í landskappingini.
Støðan
ÍF 10 stig
SÍ   7 stig
Fram   6 stig
Mjølnir   5 stig
Fleyr    0 stig