Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flogbóltur, meistaradeildin menn: Mjølnir og ÍF møtast í finaluni í Mjølnir-kappingini

(
John Færø)

Eftir ein sera, sera undirhaldandi og spennandi dyst ímóti SÍ seinnapartin í dag gjørdist greitt, at tað verður Mjølnir, sum í morgin skal dystast við ÍF um seinna plássið í stóru steypafinaluni í vár.

Um sterkasta mansliðið hjá Mjølni skuldi koma í mansfinaluna í Mjølnir-kappingini, sum verður leikt í morgin kl. 16, so máttu teir vinna tann seinasta og avgerðandi dystin ímóti SÍ í dag.

Tí varð lagt upp til ein sera spennandi dyst um 6-tíðina seinnapartin í og – og tað gjørdist tað so sanniliga eisini.

Mjølnir kom best frá byrjan í fyrsta settinum og og legði seg nakrar bóltar framum SÍ, sum tóktist trilvandi.

Men henda gongdin helt ikki alt settið, tí eftir lítlari løtu, høvdu sørvingar við Borko á odda javna út og síðani eisini lagt seg á odda.

Fyrsta settið fór til SÍ.

Nú stóð nógv á hjá Mjølni, og byrjanin upp á annað sett gav ikki vónir um bata, og við støðuna 1-5 kendi leikandi venjarin hjá Mjølni, Gencho Genchev, seg noyddan at taka eitt time-out.

Um tað var hetta ella okkurt annað, sum hjálpti, er ikki til at siga, men í øllum førum kom nú glið á hjá Klaksvíks-liðnum, og eftir eitt rímiliga spennandi og javnt sett, endaðu teir omaná.

So var støðan 1-1 og neyðugt var tí við einum avgerandi setti afturat – einum sonevndum javnbrótara.

Hetta settið gjørdist tað allarmest spennandi, og lív byrjaði at koma í áskoðarafjøldina, sum var rættiliga stór í KÍ-høllini í dag.
Í fyrsta setti, tá SÍ hevði takið á Mjølni, legði ein til merkist, at leikararnir hjá Fram, sum hugdu at, heppaðu dúgliga á SÍ, sum í fyrsta umfari tóktist heldur løgið, men tað var nú ikki av tilvild, tí um so var, at SÍ vann hendan dystin á Mjølni, ja so var tað Fram, sum kom í finaluna ímóti ÍF.

Liðini bæði fylgdust mestsum alla tíðina í javnbrótaranum, sum er eitt sindur styttri enn tey vanligu settini.
Mjølnir tóktist tó at hava tað betra takið, og var sum oftast tað fyrra liðið, sum legði seg framum – tó sjáldan við meira enn tí eina bóltinum, áðrenn SÍ svaraði aftur og javnaði.

Spenningurin var øgiligur, men at enda eydnaðist tað røsku Mjølnir-monnunum at sláa tann avgerandi bóltin í gólvið Sørvágs-megin, soleiðis at endaliga støðan í seinasta settinum gjørdist 17-15 til Mjølnir, sum harvið vann við settmuninum 2-1 og harvði eisini pláss í finaluni sunnudagin ímóti ÍF.

ÍF tykist vera sera sterkt í løtuni og er tí helst ein stórur biti at gloypa – men skinnið kann ikki seljast fyrr enn bjørnin er skotin, og fær Mjølnir sítt besta spæl fram, er ikki óvist, at teir kunnu geva fuglfirðingum ein skarpan gang.

So er bert at vóna, at nógvir klaksvíkingar finna leiðina niðan í KÍ-høllina sunnudagin at heppa teirra lið.

Vinnarin av Mjølnir-kappingini fær, sum nevnt, samtundis sæti í steypafinaluni í vár, har mótstøðuliðið verður SÍ.

Koyrið á, Mjølnir!

Harleywoodpaint