Hóast enn eitt tap eru vónirnar góðar í Mjølni, tí besta mansliðið er sera ungt og gávuríkt.
Úrslitið av meistaradeildardystinum hjá monnum millum Mjølnir og ÍF leygardagin 13/12-08 gjørdist sum væntað, at ÍF, sum er eitt av oddaliðunum, vann dystin.
ÍF vann dystin 3-0, og munurin í settunum var eisini yvirhøvur greiður. Tó megnaðu ungu Mjølnir-menninir í triðja og síðsta settinum at fylgja ÍF heilt upp til støðuna 17-17, men so skrædnaði aftur og ÍF tryggjaði sær 3-0 sigurin.
Eftir dystin fingu vit orð á nakrar av Mjølnir-leikarunum, sum hóast ósigurin ikki vóru vónbrotnir.
– Vit hava eitt sera ungt lið, og eingin av útlendingunum er eftir á liðnum, so í løtuni eru vit ikki komnir nóg langt at byggja liðið uppaftur, søgdu teir millum annað.
– Elsti spælarin á liðnum í dag var Torvald [Danielsen (23 ár)], og vit eru allir um 20 ár og yngri, so vit hava góðar vónir um framtíðina.
Tveir aðrir, meira royndir, spælarar eru eisini á besta mansliðnum hjá Mjølni, men hvørgin teirr var við leygardagin.
Eyðstein Elttør, sum er leikandi venjari, var burturstaddur, og Hjalti Josephsen hevði kokt fótin og fekk tí ikki spælt.
Hóast Mjølnir liggur niðast á stigatalvuni við higartil ongum stigi, so flytir liðið ikki niður úr meistardeildini, tí tey ovastu liðini í 1. deild frammanundan eru umboðað í meistaradeildini.
Støðan í meistaradeildini er nú henda:
SÍ 4 dystir – 8 stig
ÍF 5 dystir – 8 stig
Fleyr 4 dystir – 2 stig
Mjølnir 5 dystir – 0 stig




