Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flogbóltur, meistardeildin menn: Mjølnir vann á Fleyr á vøllinum og á Fram á pappírinum

(
John Færø)

Hóast teir bert hava leikt ein dyst síðsta vikuskiftið, so hevur Mjølnir vunnið 4 stig afturat á stigatalvuni, tí umframt 3-1 sigurin á Fleyr sunnudagin, so vunnu teir eisini kæruna ímóti Fram, sum í desember vann á Mjølni við einum ólógligum leikara á liðnum.

Sterkasta mansliðið hjá Mjølni er nú brádliga aftur at meta sum eitt oddalið. Í øllum førum er munurin upp til oddaliðið ÍF nú tódnaður til bara 3 stig. Orsøkirnar til hetta eru fleiri.

Fyri tað fyrsta, so vann Mjølnir sum væntað sín dyst sunnudagin ímóti Fleyr, sum tó gav teimum ein hvøkk við at vinna fyrsta settið. Eftir hetta tóku klaksvíkingar tó dik á seg og vunnu restina av settunum.
Úrslitið gjørdist sostatt 3-1 til Mjølnir við settmununum 19-25, 25-12, 25-22 og 25-14.

Fyri tað annað so tapti oddaliðið sín fyrsta dyst í inniverandi landskapping, tá Fram sunnudagin basti teimum 3-1. Har vóru settmunirnir 25-22, 15-25, 25-20 og 25-21.

Triðja orsøkin til framgongdina hjá Mjølnir-monnum á stigatalvuni er ein kæra, sum Mjølnir júst hevur vunnið. Tað snýr seg um, at tá Fram í desember leikti (og vann) á Mjølni, brúktu teir ein ólógligan leikara á liðnum. Orsøkin til óreglusemið var tað, at viðkomandi ov stutt frammanundan hevði leikt í donsku flogbóltskappingini. Hetta hevur Mjølnir nú prógvað og vann harvið henda sama dyst við málmuninum 3-0.

Støðan í landskappingini er nú henda:
1)  ÍF         12 stig
2)  Mjølnir   9 stig
3)  Fram      8 stig
4)  SÍ          7 stig
5)  Fleyr      0 stig