Ongantíð áður hava so nógv meldað til dómaraskeið hjá Flogbóltssambandi Føroya.
Ongantíð áður hava so nógv meldað til dómaraskeið hjá Flogbóltssambandi Føroya, skrivar Flogbóltssambandið í tíðindaskrivi:
FBF hevur við jøvnum millumbilum skipað fyri dómaraskeiðum, men ongantíð áður hava so nógv meldað til skeiðið, nevniliga 48 fólk.
– Vit eru øgiliga fegin um góðu undirtøkuna, tí tað er stórur mangul uppá dómarar í kappingini, men henda undirtøkan gevur eina vón um, at vit spakuliga kunnu nærkast einari loysn á tí trupulleikanum, sigur Magnus Tausen, formaður í FBF.
Stóra undirtøkan hevur tó við sær, at skeiðið, sum eftir ætlan skuldi vera í ÍSF-húsinum, er flutt niðan í skúlan á Løgmannabreyt.
– Tað er ein gleðiligur “trupulleiki”, sum tó er lættari at loysa enn dómaratrupulleikin annars hevur verið, sigur Magnus Tausen.
Skeiðið er annars skipað soleiðis, at tað vera tveir skeiðleiðarar, Hans Ole Nielsen úr Danmark og Jan Hentze.
Leygardagin frá klokkan 10-17 undirvísa teir í skúlanum við Løgmannabreyt, og sunnudagin frá klokkan 13-17 skulu dómararnir til praktiskar royndir í Kollafirði, har unglingakapping er.




