FK-flogbóltskappingin seinasta vikuskiftið fyri leikarar í aldrinum 9-14 ár endaði við, at helvtin av teimum íalt 8 luttakandi Mjølnir-liðunum komu norðuraftur til Klaksvíkar við silvurmerkjum um hálsin.
Tað verður gjørt eitt áhaldandi gott arbeiði innan ítróttina her í býnum, og í so máta er Flogbóltsfelagið MJØLNIR einki undantak, heldur tvørturímóti.
Hóast sera trongar hølisumstøður, sum gera tað torført at leggja venjingartímarnar uttan at raka venjingartíðir hjá onkrum øðrum lokalum felag, so tykist tað rættiliga at bragda hjá teimum – eisini í yngru aldursbólkunum.
Lítið vantaði
í at vinna gull.
Seinasta vikuskiftið varð skipað fyri 5 kappingum, og luttók Mjølnir í teimum øllum. Sigast má, at úrslitini vóru avbera góð, tí Mjølnir endaði á heiðursmerkjaplássi í øllum bólkunum uttan tí eina.
Tað bleiv til 4 silvurmerki, og sum skilst var munurin viðhvørt lítil upp til gullmerkini.
Stór luttøka
frá Mjølni.
Talið av leikarum hjá Mjølni er somikið stórt, at felagið í nøkrum av bólkunum varð umboðað við fleiri enn tí eina liðnum.
Samanlagt vóru 8 Mjølnir-lið í hesum 5 kappingunum – 4 dreingjalið, sum luttóku í bólkunum 10 ár, 12 ár og 14 ár, og 4 gentulið, sum luttóku í bólkunum 10 ár og 12 ár.
Kappingin í bólkinum Gentur 14 ár verður avgreidd seinni.
Ungdómsarbeiðið
er byrjað at blóma.
Vit ringdu til Marjuna Kalsø fyri at fregnast um úrslitini og fáa eina stutta viðmerking.
– Hetta ber boð um, at tað góða arbeiðið, sum venjarar okkara gera millum tey yngru, nú er byrjað at blóma.
– Hetta er eitt herðaklapp, sum gevur íblástur til at halda fram.
Fleiri tilkomin
venja tey yngru.
Eitt, sum ein leggur til merkis í Mjølni er, at tað lutfalsliga eru nógv vaksin fólk, sum venja tey yngru liðini. Nakað, sum nógv ítróttafeløg í dag munnu sakna.
Hetta ber boð um, at tað er eydnast Mjølni at varðveita eina kjarnu av fólkum, sum framvegis vilja standa saman um hetta felagið, ið søguliga man vera tað mest vinnandi flogbóltsfelagið í landinum.




