Í finaluni sunnudagin var ikki sami broddur í álopinum hjá Mjølnir-kvinnum, sum dagin fyri, tá tær vunnu á ÍF. Fuglfjarðakvinnur vunnu tí finaluna og harvið eisini pláss í steypafinaluni, sum verður 15. februar.
Um tað var møði, sum var farin at gera vart við seg hjá Mjølnir-kvinnum sunnudagin, er ikki til at siga fyri vist, men í øllum førum høvdu tær ikki sama góða spælið frammi, sum tær høvdu havt kvøldið fyri, tá innleiðandi dystirnir vórðu leiktir.
Tá høvdu tær millum annað vunnið á ÍF, sum gjørdist mótstøðuliðið í finaluni.
Tí var ikki órealistiskt at rokna við einum møguleika fyri sigri til Mjølnir, men so varð ikki.
ÍF vann 3-0. Settúrslitini vóru 25-14, 25-22 og 25-12.
TB hevur longu tryggjað sær annað finaluplássið, og tískil verður finalan hjá kvinnum millum TB og ÍF.
Meir um flogbóltin í Norðlýsinum, sum kemur út fríggjadagin og fæst í sølubúðunum hóskvøldið.




