Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flogbóltur, Mjølnir-kvinnur aftur betri enn eitt bronsupláss: Mjølnir-kvinnur sláa enn einaferð teirra egna met

(
John Færø)

Við sigri á TB suðuri í Trongisvági leygardagin tryggjaðu Mjølnir-kvinnur sær aftur í ár í minsta lagi eitt silvurpláss. Harvið er metið hjá teimum longt enn eitt ár. Í 23 ár hava tær nevniliga ongantíð endað á einum verri plássi enn nr. 1 ella nr. 2 í landskappingini.

Mjølnir gjørdi sítt til at varðveita spenningin í meistaradeildini, tá tær leygardagin vunnu á TB suðuri í Trongisvági. Hetta gav teimum oddasessin, til ÍF-kvinnurnar dagin eftir fóru vestur í Vágarnar, har tær vunnu tryggan 3-0 sigur á Drátti.
Við sigrinum fór ÍF aftur 1 stig fram um Mjølnir.

ÍF er sera nær
FM-heitinum.

Nú bara eitt umfar restar at leika í fremstu kvinnuligu flogbóltskappingini, sær FM-møguleikin hjá Mjølni út til at vera lítil.
ÍF má metast at vera sera nær føroyameistaraheitinum. Nú er kravið bert, at tær vinna dystin ímóti botnliðnum KÍF komandi vikuskiftið – og tað er ógvuliga sannlíkt, at tær gera tað.
Annars vunnu kvinnurnar í KÍF sín fyrsta dyst í endaspælinum síðsta vikuskiftið. Tað var ímóti Fleyri, sum mátti leggja rygg til ein 1-3 ósigur.
Hetta ger tó ikki KÍF til favorittar ímóti oddaliðnum ÍF, tí eitt er at vinna á einum øðrum botnliði, nakað annað er at møta sjálvum oddaliðnum, sum harafturat hevur heimavøll komandi vikuskiftið.

Nú bert eitt umfar restar, er støðan á stigatalvuni henda:

1)  ÍF             24 stig
2)  Mjølnir    23 stig
3)  TB           18 stig
4)  Dráttur     11 stig
5)  Fleyr          5 stig
6)  KÍF            3 stig

Metið longt
enn eitt ár.
Við hesum er greitt, at bestu Mjølnir-kvinnurnar aftur í ár enda framman fyri bronsuplássið.
Í 23 ár hava tær nevniliga ongantíð endað á einum verri plássi enn nr. 1 ella nr. 2 í landskappingini. Sostatt er metið longt við enn einum ári.

Úrslitini um
vikuskiftið:

08-03:  TB – Mjølnir  1-3
09-03:  KÍF – Fleyr  3-1
09-03:  Dráttur – ÍF

Írestandi
dystirnir:

14-03:  ÍF – KÍF
15-03:  Mjølnir – Fleyr
15-03:  TB – Dráttur

Føroyameistarar
besta kvinnudeildin
frá 1981 til 2002.


1981  Mjølnir
1982  Mjølnir
1983  Mjølnir
1984  Mjølnir
1985  Mjølnir
1986  Mjølnir
1987  Mjølnir
1988  Mjølnir
1989  Fleyr
1990  Fleyr
1991  Fleyr
1992  Mjølnir
1993  Mjølnir
1994  Fleyr
1995  Fleyr
1996  Mjølnir
1997  Fleyr
1998  Mjølnir
1999  Mjølnir
2000  Mjølnir
2001  Dráttur
2002  TB
2003  ?