Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flogbóltur MK: Mjølnir – Dráttur 1-3 og Mjølnir – TB 0-3: Mjølnir tapti báðar dystirnar

John William Joensen

Undan vikuskiftinum skrivaðu vit at Mjølnir skuldi upp til roynd, og nú kunnu vit tíanverri staðfesta at Mjølnir stóð ikki royndina

Mjølnir – Dráttur
Sett úrslitini í dystinum móti Drátti vóru hesi: 23-25, 25-22, 24-26 og 27-29.
Tað skal sigast at Mjølnir liði mátti verða veteranin, Margit Joensen, fyriuttan. Hon mátti geva avboð til báðar dystirna um vikuskifti vegna sjúku.
Settúrslitini vísa at talan var um ein sera spennandi og javnan dyst, men klaksvíkingar gjørdu alt ov nógvar feilir í tíðandi støðum, og tí gjørdist úrsliti ein ósigur.
Men tá tað er sagt skal einki takast frá Drátti sum hevði uppiborið sigurin.
Serliga tykist Nina, sum varð útnevnd besti útlendingurin í fjør, at verða sera væl fyri.
Hon var uttan iva ein av orðsøkunum til at ÍF bleiv meistari í fjør og nú hon leikar við Drátti má hetta liði sigast at vera eitt gott boð upp á meistaraheiti.
 
TB-Mjølnir
Eftir ein sera tættan dyst móti Drátti í KÍ-høllini fóru kvinnurnar úr Mjølnir beinaleið til Tvøroyri har tær sunnudagin skuldu leika ímóti TB.
Óivað var ein sálarligur munur millum Mjølnir og TB. TB vann leygardagin ein sera tættan dyst og Mjølnir kom á vøllin sum tapari frá leygardegnum.
Tá dysturin varð liðugur var støðan ein tryggur 3-0 sigur til TB.
Settúrslitini vóru: 18-25, 18-25 og 21-25.
Tó skal sigast at Mjølnir vísti góðar dygdir í dystinum. Í seinasta settinum vóru Mjølnir aftanfyri við heili 9 málum, men megnaðu at spæla seg upp á 18-20, men við støðuna 20-22 fekk TB aftur yvirlutan og vann seinasta og avgerðandi setti 25-21.
Samanumtikið vóru leikararnir úr Mjølnir ov lítið avgjørdir í álopsspælinum, men hinvegin so hevði TB nógvar sera góðar servir sum Mjølnirkvinnurnar ikki megnaðu at taka ímóti.
 
Mjølnir – KÍF
Leygardagin skal Mjølnir spæla móti oddaliðnum KÍF.
KÍF hevur vunni allar sínar dystir og eftir eina heldur laka byrjan noyðist Mjølnir at fáa stig til høldar.
Tí verður dysturin leygardagin ein sera spennandi uppgerð, og hann byrjar kl. 14:00.