Dysturin millum KÍF og Mjølnir bleiv ongantíð spennandi.
Mjølnir liði, sum nú var fullmannað, var ongantíð hótt av KÍF.
Margit Joensen og Durita Ljósá vóru aftur á liðnum, og hetta gjørdi sera góðan mun.
Seinasta vikuskifti tapti Mjølnir báðar sínar dystir og vísir hetta at liði er sera følsamt fyri skaðum.
Hóast Mjølnir hevur ein talentríkan hóp so vísir tað seg at liði skal hava einar 7 rutineraðar leikarar fyri at liði skal virka optimalt.
Um dystin er stutt at siga at Mjølnir vann við at serva dystin heim.
Trupul dystur
Sunnudagin skal Mjølnir leika ímóti TB í Klaksvík og tað verður ikki nakar lættur dystur.
Mjølnir tapti seinasta dystin móti TB 3-0, men tó skal leggjast afturat at settini vóru sera jøvn.
Dysturin millum Mjølnir og TB verður sunnudagin kl. 14:00, og vónadi møta viðhaldsfólk fjølment fyri at stuðla kvinnunum.
Í løtuni eru KÍF og TB á odda við 8 stigum meðan Mjølnir er á einum triðja plássið við 6 stigum. Síðani koma Dráttur og fleyr við hvør sínum tveimum stigum, men við einum dysti færri.




