Í gjár vórðu fyrstu dystirnir í steypakappingini hjá kvinnum leiktir. Stórsta bragdi framdi KÍF á Giljanesi.
Í gjár vórðu fyrstu dystirnir í steypakappingini hjá kvinnum leiktir. Stórsta bragdi framdi KÍF á Giljanesi.
Hóast at stigatalvan í landskappingini sigur 11 stig til KÍF og 19 til Drátt, so gjørdist tað liðið úr Kollafirði, sum fór av Giljanesi við sigrinum.
Einum greiðum 3-0 sigri, har settini endaðu 22-25, 18-25 og 21-25.
Hini liðini í bólkinum eru SÍ og Fleyr b, sum spæla í Sørvági í dag kl. 14.00.
Í hinum bólkinum spældu ÍF og TB á Kambsdali, og her vann TB ein tryggan sigur upp á 3-0, við settúrslitunum 11-15, 19-25 og 12-25.
Hini liðini í hesum bólkinum eru Fleyr og Mjølnir, sum spæla í dag kl. 14,00 í Gundadalshøllini.
Tvey lið koma víðari í hvørjum bólki, og semifinalurnar verða leiktar í Høllini á Hálsi 2. Januar.




