Úrslitini í steypakappingini hetta vikuskiftið hava verið hesi:
Bólkur 1, kvinnur:
KÍF – SÍ, 3 – 0, (25-23, 25-20, 25-23)
Fleyr b – Dráttur, 0 – 3, (14-25, 13-25, 14-25)
KÍF hevur tryggja sær pláss í hálvfinalunum, og avgerðin um hitt liðið úr hesum bólkinum verður avgjørd næsta sunnudag á Giljanesi, tá Dráttur – SÍ møtast. Vinnarin av hesum dystinum fylgir KÍF í hálvfinaluna.
Bólkur 2, kvinnur:
TB – Fleyr, 3 – 2, (18-25, 26-28, 25-12, 25-18, 15-13)
Mjølnir – ÍF, 3 – 1, (22-25, 25-18, 25-19, 25-20)
Einki er enn endaliga avgjørt í bólkinum. Næsta vikuskifti verða hesir dystir:
TB – Mjølnir
Fleyr – ÍF
Um úrslitið av hesum dystum verður eins og higartil í landskappingini, so sær út til at tað verður TB, sum fær fyrsta plássið í bólkinum, meðan Fleyr tekur annað plássið.
Bólkur 1, menn:
Mjølnir – Ternan, 1 – 3, (19-25, 18-25, 25-19, 20-25)
Eftir dystin í Klaksvík í dag hava Ternan og Sí leikt seg í hálvfinalurnar. Spurningurin er bara hvør fær fyrsta plássið í bólkinum, tí komandi sunnudag møtast SÍ og Ternan í Sørvági.
Bólkur 2, menn:
Eingin dystur hevur verið í bólki 2 hetta vikuskiftið. Fleyr a – og Fleyr b spæla í staðin týskvøldið kl. 18,30 í Gundadalshøllini.
Triðja liðið í bólkinum er ÍF, sum í løtuni liggur á odda í bólkinum við 2 stigum, sum teir fingu við at vinna 3-2 á Fleyr a seinasta vikuskifti.




