Nr. 1 og Nr. 2 bresta saman í Klaksvík í dag kl. 15
ÍF er oddalið við 29 stigum og Mjølnir eru beint í hølunum á teimum við 26 stigum. Sum tað sæst á stigatalvuni niðanfyri hevur kappingin býtt seg í tvey, har tað er sjónligt hvussu styrkin hjá liðunum er. SÍ fekk sín fyrsta sigur ígjár, tá teir vunnu 3-1 móti Fleyr í Tórshavn.
Hetta er samstundis seinasti dystur undan jólaferiuni, so tað er gott við einum sigri fyrst og síðani njóta høgtíðirnar áðrenn steypakappingin byrjar í januar.
Mjølnir – ÍF í Badmintonhøllini í dag kl. 15.00



