Hetta vikuskifti er Mjølnir á útivølli. Fyri triðju ferð í ár skal oddaliðið í Eikliguni hjá monnum Mjølnir spæla móti SÍ.
Mjølnir hevur fult stigatal, 14 stig fyri 7 dystir, meðan SÍ á øðrum plássi hevur 10 stig. Dysturin verður í Sørvági leygardagin kl. 15. Sunnudagin kl. 14 leikar Mjølnir í Eik-liguni fyri kvinnur á Kambsdali móti ÍF. Mjølnir er á 2. plássi við 10 stigum fyri 6 dystir, meðan ÍF er næstniðast við 2 stigum.




