Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flogbólturin hevur eisini sínar legendur: Ongin avskrivar Mjølnir og Marjuna fyrr enn síðsti bólturin er smasjaður

(
John Færø)

Úrslitini í kvinnuligu flogbóltskappingini, frá byrjan og heilt fram til dagin í dag, fortelja eina næstan ótrúliga men kortini sanna søgu um eitt felag og ein liðformann, sum ongantíð eru endað lægri enn á einum silvurplássi í heili 23 ár!!!

Tað er í grundini ófatiligt, hvussu væl besta kvinnuliðið hjá Mjølni hevur klárað seg í kappingini, síðani felagið var stovnað.
Mjølnir er mest vinnandi føroyska flogbóltsfelagið, har menninir eisini eiga sín stóra lut, men søgan hjá fremsta kvinnuliðnum í Mjølni er nakað heilt serstakt og framúr.

Bara gull- og silvur-
merki síðan stovnan.
Heilt síðan stovnan hevur Mjølnir verið kent sum eitt undangongufelag og oddalið í føroysku flogbóltskappingini.
Hetta hevur verið og er framvegs galdandi, eisini á manssíðuni men serstakliga á kvinnusíðuni, har felagið ongantíð síðani stovnan hevur endað aftari enn nummar tvey í sterkastu deildini!!
Í fjør, tá Mjølnir-kvinnurnar vunnu silvur í bæði landskapping og steypakapping, var tað fyrstu ferð í nøkur ár, at tær einki gullmerki vunnu í einum kappingarári.
Í 2001 bleiv tað til gull í steypakappingini og silvur í landskappingini, og 3 ár á rað framman undan tí bleiv tað til gull í landskappingini.

Meira um hetta í blaðútgávuni av Norðlýsinum fríggjadagin.