Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flogførini í Florida rýma!!

Hanus Kjølbro

 Tropiska ódnin, Irma, er harðasta ódn, sum er máld yvir Atlantshavi. Stórar oyðileggingar eru í kjalarvørrinum.

Bæði evropeiska og amerikanskar veðurstovur hava, síðan ódnin tók seg upp, gjørt metingar um, hvørja leið Irma fór at taka. Allar hava verið nokkso samdar allatíðina, og so hvørt sum teinurin til Florida minkar, veksur vissan, at Irma rakar tær lágu oyggjarnar sunnan fyri Florida tíðliga sunnumorgun.

Aðrar ódnir raka rakt Florida fyrr, so fólkið har veit um slíkt illveður. Hesaferð verður tó tann munurin í mun til t.d. ódnina Andrew i 1992, at Irma fer í land í Suðurflorida og ferðast allan vegin norðeftir í gjøgnum allan statin. Ódnir er breiðari enn Florida, so alt og øll fáa sítt hesaferð. Einki sleppur undan. 

Myndin omanfyri er frá klokkan eitt korter til 6 í kvøld. Hon vísur flogfør (gulir prikkar) fara úr Florida, áðrenn tað er ov seint. Fá onnur flogfør síggjast á myndini enn tey 332, sum í løtuni er á veg burtur. 

Irma sæst væl á myndini, eisini ódnirnar José og Katia. Grøna strípan uppeftir høgrumegin á myndini er ein vanlig kuldabrúgv, har sum lágtrýstini, sum vitja okkara leiðir so ofta, standa upp.

Myndin er kopierað av heimasíðuni hjá CNN.