Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flogskipari hjá Atlantic Airways fingið skrivliga ávaring fyri politiskan boðskap

John William Joensen

Niels Mortensen, formaður í nevndini fyri Atlantic Airways, váttar fyri Norðlýsinum at eitt starvsfólk hevur fingið skrivliga ávaring frá leiðsluni eftir at hesin í tveimum førum hevði sent Magna Arge eina politiska heilsu umvegis hátalararnar í flogfarið á veg til og úr Keypmannahavn.

Vit taka slíkar kærur sera álvarsamt tí Atlantic Airways blandar seg ikki uppí politikk og tað gingu vit út frá at øll starvsfólk í felagnum vóru greið yvir.

Viðkomandi hevur fingið eina skrivliga átalu fyri tilburðin sum vísir at vit sum leiðsla taka kraftiga frástøðu til slíkt og samstundis hava vit kunna starvsfólk um at politikkur er ikki nakað sum Atlantic Airways blandar seg uppí.

Formaðurin í Atlantic Airways vil ikki siga hvat varð sagt úr stýrhúsinum á flogfarinum, men sum Norðlýsið skilir varð kunngjørt at Magni Arge var millum ferðafólkini og fekk valevni hjá Tjóðveldi rósandi orð fyri tíðina sum stjóri fyri Atlantic Airways og ynskir um gott úrslitið á løgtingsvalinum. Talan var um tveir tilburðir og í báðum førum skal Magni hava nýtt høvið til at heilsað uppá ferðafólkini.