Í dag kl.15.00 kunnu fólk støkka inn á gólvið í Norðoya Sparikassa í Fuglafirði til eina áhugaverda framløgu hjá 11 ára gomlu Mariu á Lakjuni:.
| Í dag kl.15.00 kunnu fólk støkka inn á gólvið í Norðoya Sparikassa í Fuglafirði til eina áhugaverda framløgu hjá 11 ára gomlu Mariu á Lakjuni:. Hon er dóttir Martu og Eyðun á Lakjuni og syngur løg av fløguni, ið hon gevur út henda sama dag. Pápin, Eyðun, ið spælir undir, hevur gjørt tey flestu løgini, ið Maria syngur. |
Maria selur og signerar fløgur eftir framførsluna. Samstundis letur fuglfirðingurin Jógvan Andreas á Brúnni upp listaframsýning í Norðoya Sparikassa. Jógvan Andreas á Brúnni hevur áður havt nógvar framsýningar bæði í Føroyum og uttanlands. Sum smádrongur teknaði hann nógv, seinni fór hann undir at mála. Hevur fingið sær útbúgving bæði í Danmark og í Bretlandi. Seinasta framsýning hansara var í Smiðjuni í Lítluvík í Havn. Framsýningin er opin, tá ið Norðoya Sparikassi er opin. |




