Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fløgu ummæli : Ein Undurkelda

John William Joensen

Nú til jóla koma fleiri bøkur og fløgur út á Føroyska marknaðin. Hesaferð fer Norðlýsið at ummæla og viðgera nýggju útgávuna hjá Eyðuni Jacobsen sum kom út í sølubúðirnar mánadagin 25 november.

Fløgan nevnist "ein undurkelda" og á hesari útgávu eru 12 andaligir sálmar og sangir. Fleiri av teimum góðu gomlu, sum vit flestu Føroyingar munnu kenna, m.a. perlur ið eru týddar til føroyskt av Victori Danielsen. Aðrir sangir eru eisini á hesari útgávu, sum Eyðun sjálvur hevur gjørt og ein sangur sum Kristina N. Hansen, dóttir Eyðun hevur skriva. 







Tá id lurta verdur eftir løgunum á fløguni so verdur ein skjótt einigur í, at flestu løg eru ómetaliga góð og innilig løg. Eyðun hevur duga væl at valt júst hesar sangir til sína útgávu. Sangir sum, Jesus halt mær við tín Kross, Um friður sum flóðin, Kunnu vit finna ein vin sum Jesus, Náðin frá tær, og aðrar perlur sum uttan iva nema við hvørt mannahjarta, sum elska andaligan tónleik. Men Tann fyrsta kenslan eg fekk tá í eg setti fløguna á, var útsetingin av hesum gomlu sangunum. Eyðun hevur torað at latið hesar sangir í ein heilt nýggjan búna. Ein búni sum er nýmótans, og sum fylgir tí rákið, sum tónleikurin flytur seg í dag. 







Tað, sum eg ofta hyggi fyrst eftir, er um tónleikurin er innfluttur, ella um hann er reint framleiddur her heima í Føroyum. Á útgávuni er bert ein útlendskur tónleikari, hann er úr Svøríki, og er kendur fyri sítt frálíka trummuspæl. Hetta er við til, at botnurin í tónleikinum er sera fastur og svingandi. Umframt trummur, so eru ymiskir kendir føroyskir tónleikarar við á útgávuni. Her vil eg siga, at teir føroysku tónleikararnir spæla sera væl, og tað stuttligt er at hoyra sveimandi soloir, sum ferð eftir ferð fáa hárini at reisa seg, og tað sera vælklingandi kóri, sum fyllur nógv á útgávuni.



Onkrar naivar og einklar útsetingar av løgum á hesari útgávu, sum helst eru tilvitaðar, so sum lagið, ‘Nádin frá tær’ o.o. Eg hevði eitt sindur trupult við at góðtaka hesa útseting. Tá eg hevði lurta eftir lagnum nakrar ferðir, so gjørdust eg tó glaður fyri júst hesa útseting. Eg hugsaði, at hetta er genialt, júst sum tað skal vera. Nú haldi eg, at hetta lagið er eitt av teimum heilt góðu á fløguni, sum eg haldi kundi verið farin ein heilt annan veg tónlistarliga um hann var komin í aðrar hendur. Frískt, gott og eyðkent.



Høvuðsrøddina eigur Eyðun sjálvur, hann ber sangirnar fram á sín einfalda og inniliga hátt sum teir best kunnu gerast. Tað er nakað við røddini, sum far meg at spola aftur í tíðina. Vit eru mong sum kenna hesa songrøddina frá gomlum upptøkum, og nú er hon aftur her, men við einum heilt øðrum stíli. Eg havi hug at smílast tá eg hoyri Eyðun framføra uppá sín erliga, natúrliga og inniliga máta. Tað hitar at hoyra hesar góðu gomlu sangirnar verða frambornir av honum. Hinar solorøddirnar eiga døturnar hjá Eyðuni. Tær eru klárar, reinar og standa seg væl í heildini.



Tað er Kristoffur Mørkøre, ið er ættaður úr Klaksvík, sum hevur skipað (producera), og framleitt útgávuna. Hetta er triðja útgávan sum hann hevur lagt til rættis tónlistarliga, og eg eri hugtikin av tí avrikið, sum hann hevur lagt í hetta verk. Tónleikurin er stórur og pompøsur og ljóðið livir upp til sítt besta. Eitt sera gott heildarljóð, baði í botni og toppi sum man sigur.



Føroyskar útgávur verða sum oftast sendar uttanlands til ljóðblanding fyri at náa eitt gott heildarljóð. Hendan útgávan er heilstoypt her heima í Føroyum. Allar upptøkurnar eru tiknar upp í Krisstuff Studio, sum Kristoffur sjálvur eigur. Ljóðblandingin er farin fram á sama stað, og av sama persóni. Hetta er ein av teimum útgávunum, sum mær dámar væl ljóðblandi á. Og tað gleðir meg, at tað er møguligt at skapa eitt slíkt gott ljóð her heima í Føroyum loksins. Tað er alt ov ofta, at tú hoyrir eina góða innspæling, men so manglar líka tað síðsta, sum er ikki minst umráðandi, tað at fáa eitt gott heildarljóð. Og í hesum førinum vil eg geva hesari útgávu ein topp karakter. 







Tónleikurin er annars egin, og tað er oftani at tónleikurin ferð har tú ikki hugsar hann fer. Løgini eru so øðrvísi spæld, at tú spyrt teg sjálvan, um hetta er lov, og tað er júst hetta sum eyðkennir ein góðan framleiðara. Ein sum torir at ganga nýggjar øðrvísi leiðir. Hetta hevur Kristoffur megnað í stóran mun á hesi útgávuni, við gomlum traditiónellum sangum, sum baði fara at nema tann yngra lurtaran eins og tann eldra. Tað er eisini gott, at Eyðun er trúgvur ímóti teimum gomlu uppruna løgunum, so sum tey eiga at verða sungin. Hetta ger at løgini sum øll kenna, framvegis varðveita tann nærleika, sum tey eiga at hava. Blandingin av gomlum kendum løgum og nýggjan øðrvísi tónleiki, ger at hetta er ein spennandi tónleikaútgáva, sum rakar ein breiðan lurtaraskara. Um tú ikki dámar, at ov nógv verður broytt uppá gomlu kendu løgini, so gevi eg tær hesi ráð: lurta nakrar ferðir og tú dámar hesa útgávuna.







Vit geva hesi útgávuni



8 av 10 møguligum jólastjørnum,



av tí at hon er væl spæld, væl ljóðblandað og hevur eitt erligt eyðkenni.