Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flogvallamálið vendir nú rætt

John William Joensen

Vil fegin nýta høvið til at takka teimum, sum saman við mær stóðu aftanfyri uppskotið um at gera nýggjan altjóða flogvøll í Føroyum.

Somuleiðis eina tøkk til teir tinglimir, sum tóku undir við uppskotinum.

Fyri mær er ongin ivi um, at nú málið er samtykt av einum tvørpolitiskum meirluta, vendir flogvallamálið rætt, og eru tí allar orsøkir fyri at halda, at vit nú av álvara fara undir at loysa flogvallamálið soleiðis, sum tað sømir seg fyri eitt land, sum ætlar sær at teljast millum lond á ovastu rók heimsins.

Tað er ongantíð fyrr eydnast at fáa eina løgtingssamtykt, sum stuðlar ætlanini um ein altjóða flogvøll í Føroyum.

Tað er av alstórum týdningi, at vit nú fylgja løgtingssamtyktini, sum sigur, at Føroyar skal hava ein altjóða flogvøll, sum líkur øll altjóða krøv. Vøllurin skal kunna hava eina longd uppá umleið 3 km soleiðis at øll sløg av flogførum bæði til fólk og farm kunnu koma og fara sum teimum lystir.

Uppskotið treytar sær ikki hvar í Føroyum altjóðaflogvøllurin skal liggja – men bara at hann skal liggja, har hann liggur best.

Uppskotið sigur eisini at lendið talan kann verða um má tryggjast soleiðis, at hetta ikki verður brúkt til annað endamál.

Seinastu nógvu árini er hópur av frágreiðingum skrivaðar um flogvallir í Føroyum. Fyri at virða løgtingssamtyktina eiga vit nú at leggja allar frágreiðingar og ætlanir til viks eina løtu og byrja av nýggjum.

Tá nývalda tingið kemur saman, eiga vit at seta pening av til at gera eina nýggja kanning. Kanningin skal gerast av serfrøðingum bæði úr Føroyum og uttaneftir. Bólkurin skal fáa 1 – 1½ ár at koma til eina niðurstøðu, sum tingið kann brúka sum grundarlag undir at fremja ætlanina.
Málið eigur at verða avgreitt úr tinginum soleiðis, at arbeiðið uppá at gera nýggjan altjóða flogvøll í Føroyum kann byrja um trý ár.

Ein nýggjur altjóða flogvøllur er av allarstórsta týdningi fyri menningina av føroyska samfelagnum, og íløgan eigur tí at raðfestas samsvarandi.

Poul Michelsen