Anfinn Kallsberg hevur fingið í lag, at útbyggingin av flogvøllinum í Vágunum nú verður løgd fram á danska fólkatinginum.
Eftir áheitan frá Anfinn Kallsberg, fólkatingsmanni verður uppskotið um útbygging av flogvøllinum í Vágum nú lagt fram á danska fólkatinginum, samsvarandi avtalu ímillum løgmann og statsministarin. Tað er búskaparráðharrin Bent Bentsen sum leggur uppskotið fram. Anfinn Kallsberg sigur, at peningurin kemur úr íleggingargrunninum fyri Føroyar. Peningurin verður útgoldin yvir 3 ár, so hvørt útbyggingin fer fram. Peningurin er oyramerktur til útbygging av flogvøllinum í Vágum og kann ikki brúkast til nakað annað. Við hesi lógini er klárt hjá landsstýrinum at leggja uppskotini um partafelagið sum skal reka flogvøllin og yvirtøku av flogvøllinum fyri Løgtingið.




