Hóast tað hevur ljóðað at Sambandsflokkurin ikki var fult samdur um formannin, so hava samráðingarnar í nátt víst at Kaj Leo hevur fulla undirtøku frá tingmanning síni.
Náttin hevur verið drúgv og hóast tað ikki hevur eydnast at fáa nakran av samráðingarleiðarunum á tal, so skilst at tað er spurningurin um Løgmann, sum í løtuni skilir partarnar.
Teir tríggir formennirnir hava fullan stuðul frá sínum flokkum um kravið at fáa fremsta sessin – løgmannssessin.
Tað er eingin loyna at seinastu árini hevur stríðsval verið um formannssessin í Sambandsflokkinum – men undir samráðingunum hevur Kaj Leo havt ein samdan flokk aftan fyri seg.
Sambandsflokkurin er størstur av ABC flokkunum og sum skilst er tað ein samd tingmanning, sum stuðlar Kaj Leo í kravinum um løgmann.
Jóannes sterkasta boði í løtuni
Ilt er at meta um hvør av teimum trimum stendur sterkastur – tí metingarnar eru ymiskar alt eftir hvønn tingbólk tú tosar við. Men sum skilst er sannlíkt at um tað ikki verður Jóannes Eidesgaard – at sessurin so fer til størsta flokkin.




