Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flokksdagur í sortudíkið

John William Joensen

Í dag hátíðarheldur KVF enn einaferð eina fólkaatkvøðu, sum er eitt hjartamál hjá Tjóðveldi, men sum øll onnur í politisku skipanini fyri langari tíð síðan hava lagt aftur um. Tað er neyvan nøkur tilvild at hetta kemur samstundis, sum formaðurin í Tjóðveldi, landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, hevur boða frá at semja er í samgonguni, um at leggja eina nýggja stýrisskipan út til fólkaatkvøðu. Nýggja stýrisskipanin skal, sambært fiskimálaráðharranum, liva uttan fyri tann veruleika, at Føroyar eru partar av ríkisfelagsskapinum, og at so at siga alt lógargrundarlagið undir føroyska samfelagnum byggir á grundlógina.

Samstundis hevur tíðindaredaktiónin hjá KVF, sum sigur seg sjálva at verða púra óhefta, eisini sett fokus á rættarligu støðuna hjá Føroyum, og hevur funnið ávísir løgfrøðingar fram, sum mæla til at gjørt verður upp við tær ”bindingar” sum danska grundlógin er fyri føroyska samfelagið.

KVF hevur boða frá at eftir nýggjasta dokumentarssendingin um fólkaatkvøðuna í 1946, sum er fast ankra í stevnuskránni hjá Tjóðveldi, leggur KVF upp til politiskt kjak?

KVF hevur framleitt óteljandi sendingar um hesa fólkaatkvøðuna, sum politiska skipanin og føroyafólk vrakaðu, sum óbrúkiliga, fyri meira enn 60 árum síðan.

Fyri kortum gjørdi DR eina røð av dokumentarsendingum um ríkisfelagsskapin, og hesar vóru eisini sýndar í føroyska kringvarpinum. Men tað var gjørt undir beinleiðis eftirlitið av Tjóðveldi, har valevni og aktivir politikarar í Tjóðveldi, einsamøll, beinleiðis úr Sortutíki, tulkaðu tað sum kom fram í sendingini.

Í kvøld fara græsrøturnar hjá Tjóðveldi at savnast kring KVF og við tárum í eygunum enn einaferð fáa røttu trúnna staðfesta – um hvussu forfjónaðir føroyingar altíð hava verið.

Aftaná hesa ”masivu” politisku propagandaframleiðsluna hevur Tjóðveldi…… orsaka…. Kringvarpið bjóða inn til politiskt kjak???

Tað man neyvan verða nakar føroyingur sum minnist nær Kringvarp Føroya hevur gjørt eina sending um heimastýrislógina, sum seinastu 60 árini hevur verið virkisgrundarlagið undir føroyska samfelagnum.

Tey sum smíðaðu Heimastýrislógina tóku avgerðir sum høvdu alstóran týdning, og sum eru tey, sum veruliga vístu eina gongda leið fyri føroyska samfelagið.

Tað valdar í veruleikanum kríggstøða í Føroyum, tí tey fáu, sum halda fast í tað sum ongantíð bleiv til nakað, hava í veruleikanum hertikið almennu sendistøðina og hava í ára tíggjur sáa spjaðing og villleiðing niður í unga fólki.

Í 1946 varð ikki undirtøka fyri tí uppskoti sum táverandi danska stjórnin mælti til, men tað varð heldur ikki meiriluti millum fólki fyri loysing.

Føroyingar vildu eina aðra leið og hana skrivaðu vit í heimastýrislógina, sum uttan samanbering er týdningarmiklasta politiska avgerðin, sum nakrantíð er tikin í Føroyum.

Føroyar í dag er eitt sera framkomið samfelag og tað hevur einki við fólkaatkvøðuna í 1946 at gera. Men álíkavæl hevur tað eydnast einum politiskum flokki, við sínum politiskt sannførda flokki at halda politiska orðaskiftinum um framtíðarstøðu Føroya fast læsta langt afturi í fortíðini.

Tað mest syndarliga er tó at um nýggja stýrisskipanin verður lagd út til Fólkaatkvøðu, sum Tjóðveldi vil hava hana at síggja út, so endurtaka vit fólkaatkvøðuna frá 1946, har eingin veit hvat fólk hevur sagt ja ella noy til.