Í samband við grein har advokaturin, Jógvan Páll Lassen, útalar seg um nógv umrøddu teldupostarnar, sum VØRN sendi Høgna Hoydal, krevur Áki Andreasen, flokksskrivari hjá Tjóðveldi at ágangurin á Høgna Hoydal verður steðgaður

Áki Andreasen, skrivar fyri kortum, hesa viðmerking til samrøðuna umvegis Facebook:
Nú hevur John William Joensen í langa tíð roynt at baka politiska revakaku serliga um Høgna Hoydal. Onkur á Norðlýsinum má krevja at ein ella onnur linja verður løgd. Hetta er langt frá ílagi, og kann onkur ikki taka ábyrgd og hava okkurt eftirlit og tryggja bara farran av óheftni so er Norðlýsi av álvara ávegis at gerast eitt spælipláss hjá gomlu eigaranum heldur enn ein miðil sum er verdur at geva gætur.