Bárður S. Nielsen og Lars Løkke Rasmussen hava skift orð um politisk mál av felags áhuga
Bárður S. Nielsen og Lars Løkke Rasmussen hava skift orð um politisk mál av felags áhuga
– Sambandsflokkurin og Vinstri eru á felags kós, tá ið talan er um Ríkisfelagsskapin. Okkara millum er full semja um at styrkja felagsskapin og at menna samstarvið til gagns fyri øll trý londini í felagsskapinum.
Hetta sigur Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, ið hevur hitt formannin í Vinstra, Lars Løkke Rasmussen, ið sum kunnugt eisini er forsætisráðharri Danmarkar.
Floksformenninir báðir hava sera gott samband og á fundi í Forsætismálaráðnum skiftu teir m.a. orð umtýðandi, aktuel politisk mál av felags áhuga.
– Meðan summi í politiska landslagnum bert síggja forðingar, hava flokkar okkara í staðin fokus á møguleikar fyri samstarvi og felags úrslitum, sum Ríkisfelagsskapurin gevur okkara londum. Hetta er leiðin, sum gevur øllum føroyingum enn fleiri møguleikar, sigur Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.




