Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fløskupostur frá Sjómannadegnum endaði í Norðurnorra

John William Joensen

Fløskuposturin hjá Martin Hoydal Poulsen varð funnin á strondini í Brennviksand.

Nakrir av fløskupostunum sum vórðu tveittir út í Kalsoyarfirði á Sjómannadegnum í fjør eru komnir afturí aftur.

Nakrir eru funnir í Føroyum og onkur er náddur yvir til Norra eins og undanfarin ár. Higartil í ár er eingin funnin í Íslandi.

Í vikuni kom teldupostur úr Norra har ein postur var funnin í Norðurnorra og vísti tað seg at verða posturin hjá Martin Hoydal Poulsen á rættargøtu í Klaksvík.

————————–

Dear Martin Hoydal Poulsen
Riettargøta 1
PO 700 Klaksvik
Faroe Islands

We were walking on Brennviksand in northern Norway today with our dog, when we were searching for a toy for our dog we found your message in a bottle.
That was a nice suprise! 🙂
Your bottle has traveled a long distance since august 2008. We live in Helnessund,Steigen in Norway. These are the coordinates of the exact location of where we found your bottle: 67°43’09.73”N 14°51’25.83”E

We will add a picture, so you can see were we found your message in a bottle.

yours sincerely
Nicolette and Hans van der Reep
Helnes
8285 Leines
Norway