Abbabeiggin hjá Rannvá og Rana, sum eru tvíburðar, og búgva í Runavík, fann hendan fløskupostin, sum Høgni Louisson Poulsen hevur sent, í Æðuvík.
Nú hava Rannvá og Rani, sum júst eru farin í 1. flokk, tikið hann við í skúla og givið mær hann, sum eri teirra flokslærari. So hildu vit øll í flokkinum, at vit skuldu skriva til tykkum.
Vit síggja, at tær dámar væl fótbólt. Tað gera allir dreingirnir í 1. a eisini og eisini onkrar gentur. Vit halda øll sjálvandi við NSÍ, tí teir eru best. Eisini síggja vit, at tú ert 7 ár, líka sum fleiri av okkum. Ert tú eisini júst farin í 1. flokk? Kanska kann tín flokkur og okkara flokkur verða vinarflokkar, og so kunna tit koma at vitja okkum og vit kunna koma at vitja tykkum. Hevði tað ikki verið eitt gott hugskot?
Vónandi fara vit at hoyra aftur frá tær.
Vinarliga heilsan Miriam Rasmussen og 1.a í Glyvra skúla




