Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fløskupostur funnin í Bodø

Norðlýsið – Tíðindi

Á Sjómannadøgunum í fjør var Kristina Poulsen við einum av útróðrarbátunum og spældi vatnkríggj og kastaði fløskupostar á Kalsoyarfjørði.

Í gjár kom fekk Kristina eitt postkort úr Bodø við eini heilsan sum ljóði soleiðis: Stór heilsan til tín frá Noregi! Vit funnu títt bræv í eini fløsku á eina lítlari oyggj í norður Noregi í may 2009. 67’06’ 37’61 N 14’00’085 E. Frá Kjellrun Austli.

Kristina var sera fegin um at fáa postkort úr Norra og kom niðan á Norðlýsið og vísti okkum postkorti – og vit tóku eina mynd av henni.