Tá ið børnini í 3. b á Ziskatrøð vóru uppi á Borðoyavík, funnu tey ein øðrvísið fløskupost.
Tað var mikudagin 17. sept 2008, at børnini í 3. b á Ziskatrøð vóru uppi í Borðoyarvík í evningstímanum. Har fann onkur av næmingunum ein fløskupost. Har var eingin avsendari, men ein koda í. Hetta loystu so næmingarnir í felag, og har stóð:
Tit skulu fara at fanga krabbar og finna okkurt reytt.
Vit kundu hugsað okkum at vita, hvør hevur sent hann.
Tit kunnu seta tykkum í samband við:
3.b
Skúlin á Ziskatrøð




