Dan 31. Apríl 2014 fann eg fløskupostin sum tú tveitti á sjógv á Sjómannadegnum tann 19. August 2009, skrivar Aud Helen Solhei, frá Brønnøysund í brævið sum er sent úr Brønnøysund 3. Juli 2014.07.11
Dan 31. Apríl 2014 fann eg fløskupostin sum tú tveitti á sjógv á Sjómannadegnum tann 19. August 2009, skrivar Aud Helen Solhei, frá Brønnøysund í brævið sum er sent úr Brønnøysund 3. Juli 2014.07.11
– Eg fann fløskupostin við eitt fjall sum eitur Torghatten. Tú sært eina mynd á postkortinum niðanfyri. Tað gongur ein hola tvørtur ígjøgnum fjallið og plaga vit at ganga gjøgnum holuna.
– Eg havi funnið nógvar følskupostar frá Skotlandi, Niðurlondum og úr ymisum plássum úr Norra.
– Eg eri ein vaksin dama og arbeiði á einum barnaskúla her í Brønnøysund og ar beiði serliga við børnum sum eru 6- 10 ár.
– Í heyst skal eg arbeiða í einum 4. Klassa.
– Tað var eitt sindur trupult at lesa navnið hjá tær men eg haldi at eg megnaði tað og havi lisið at dú var bara 4 ár da tú tveitti fløslupostin í havi á Sjómannadegnum, skrivar Aud Helen Solhei, úr Brønnøysund í Norra.




