16. august í 2013, var Seth Nystrøm ein av dreingjunum, ið brúktu møguleikan at fara út á Kalsoyarfjørð at kasta ein fløskupost.
16. august í 2013, var Seth Nystrøm ein av dreingjunum, ið brúktu møguleikan at fara út á Kalsoyarfjørð at kasta ein fløskupost.
Hóast flestu helst vóna, at fløskuposturin einaferð verður svaraður, so munnu tey fægstu vænta nakað svar í veruleikanum. Men Seth Nystrøm hevur longu nú fingið svar.
Svarið kom úr Vikan í Hustad kommunu í Noregi, nakað norðanfyri Ålesund.
Jørgen Solheim úr Vikan sigur, at hann hevur funnið fløskupostin frá Seth á Sjómannadegnum.
Ffløskuposturin bleiv funnin 27. Apríl í ár í vikan, Fræna kommunu.
Jørgen Solheim gevur upp koordinararnar 62.56,4 N og 06.59,4 E.




