Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flótandi skipasøga

John William Joensen

Doulos er bygdur í 1914, tvey ár aftaná Titanic, og kann av røttum kallast ein flótandi skipasøga. Fríggjadagin vóru vit ein túr í maskinrúminum saman við maskinstjóranum Dave Thomas úr Onglandi.

Høvuðsmotorurin sum nú er í skipinum var settur í skipið í 1972.
Maskinan verður stýrd upp á gamlan máta, tvs. við telegrafsambandi við brúnna.
Motorurin er ein FIAT 8000 hk, 18 cylindarar, V-motorur. Moturin er í upprunaligum standi og tá hann var fyrsta royndartúrin sigldi skipið 17 míl.
Vanliga ferðin er sett til 15 míl men i dag siglur Doulos 10 míl, tí hetta er best fíggjarliga.
Maskinstjórin hevði 35 mans at ráða yvir. Har vóru blikksmiðjir, sveisarar, Eletrikarar og maskinmenn, og tað løtuna vit vitjaðu var nógvur aktivitetur.
Av tí upprunaliga er einans skrúðuaksilin og tunnellin, men annars var sera gott arbeiðsrúm í maskinrúminum.