Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flótidok norðuri á Strond

John William Joensen

Býráði viðgjørdi hóskvøldi broytingar í byggisamtykini á Strond, fyri at geva pláss fyri virksemið í samband við skipasmíð og umvælingar.

Broyting í byggisamtykt á Strond.
Í samband við alivirksemi og møguleika fyri virksemi í samband við skipasmíð og umvælingar, verður neyðugt at broyta byggisamtyktina samsvarandi hesum, og er umsitingin í ferð við at orða eina áseting fyri part av økinum niðan fyri Strandarvegin millum el-verkið og byrgingina til hetta endamál.
Hava nevndirnar onki at viðmerkja til hetta, so verður broytingin lýst í bløðunum og á heimasíðu kommununnar, so skjótt sum umsitingin er liðug við tilfarið til almannakunngerðina.
Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við skrivi frá T.U. 05.01.06 og biðjur um, at orðingin verður send býráðslimum tá hendan er gjørd.
Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini 09.01.06.
 
Sum Norðlýsið skilir so arbeiða menn við at fáa eina stóra flótidok til Klaksvík, og nú hevur býráði so givið loyvi til at hon verður løgd norðanfyri Strond.