Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flotin eigur at fáa krepphjálp

John William Joensen

– Línuflotin er somikið illa fyri at nú mugu myndugleikarnir vísa ábyrgd, sigur Jan Højgaard formaður í Føroya Fiskimannafelag

Fríggjadagin hevði Føroya Fiskimannafelag limafund á Sjómannsheiminum.

– Vit tosaðu um leyst og fast og stórur dentur varð lagdur á at standa saman um felagið, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard.

– Vit umrøddu málið viðvíkjandi Nærabergi og haldi ikki at tað er rætt at gerða okkum til skurkar í hesum málinum.

– Í Kringvarpinum var eg siteraður fyri at siga at útlitini fyri at finna eina semju vóru vánalig, men tað er ikki rætt.

– Vit hava sagt at vit eru klárir til at undirskriva eina semju við reiðarríði – men fyrst má okkurt ítøkiligt koma á borði og tað hava vit einki sæð til.

Línuflotin sera illa fyri
Jan Højgaard segði at støðan í fiskivinnuni fekk nógva umrøðu á fundinum.

– Støðan hjá línuflotanum er somikið álvarslig í løtuni at myndugleikarnir eiga at koma við kreppuhjálp.

– Tað kann ikki góðtakast at politiska skipanin bara letur ein part av vinnulívinum doyggja – tí tað verður ein vannlukka um línuflotin ferð fyri bakka.

– Higartil hava vit bara hoyrt undanførslur frá politisku skipanini – og skal ikki alt steðga upp er neyðugt at myndugleikarnir tora at handla.

– Tað er umráðandi at vit standa saman og serliga í Klaksvík tykist mær at fólk eru um at missa móti nú tey ráðandi standa sum ryssa yvir deyðum fyli.

Bankarnir hava ongan etik
Formaðurin í Fiskimannafelagnum sigur at í løtuni er tað ikki stuttligt at standa á odda fyri fiskimannafelagnum.

– M.a. upplivað vit hvussu óetiskir føroysku fíggjarstovnarnir eru.

– Vit hava dømi um at reiðarar hava fingið beinleiðis boð um fyrst at gjalda kreditorum og bankum sínar pengar áðrenn lønirnar til manningar verða koyrdar ígjøgnum.

– Í hesum tíðum er umráðandi at bankarnir føra ein etiska politikk – sum tekur atlit – men í løtuni hugsað peningastovnarnir bara um seg sjálvan.

– Nú hestarnir bítast er tíðin komin til at politikarar vísa ábyrgd – tí eingin fer væl av at annar ferð illa.

Harleywoodpaint