Í kvøld er røringur í á havnalagnum í Klaksvík og menn tosað um hvussu farast skal fram í morgin
Á fundi á Sjómansheiminum í dag varð kunngjørt at Meginfelag Útróðrarmanna, Felagið Línuskip og Felagið Trolbátar hava tikið avgerð um at mótmæla ætlaðu skerjingunum, sum landsstýrið ætlar at gera í fiskidøgnum.
– Skip og bátar í bólkunum, sum ikki eru til fiskiskap, hava fingið boð um at stevna ímóti Havnini í morginári. Og ætlanin er at bátarnir skulu vera á havnini, áðrenn tingfundurin verður settur kl. hálvgum tíggju, sigur Auðunn Konradsson, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna við Kringvarpið í kvøld.
Vísundaliga tilmælið ikki brúkiligt
Á fundinum á Sjómannsheiminum var m.a. víst á – at tá tosað verður um at fylgja vísundaligu ráðgevingini – so merkir hetta tilráðingunum hjá ICES.
– Hetta merkir at vit als ikki skulu fiska tosk og skuldu tilmælini frá ICES verið fylgd so var als eingin húkafloti – var ein av niðurstøðunum.
Á fundinum var eisini víst á at niðurskurðurin, sum landsstýri hevur skotið upp var ein beinleiðis hóttan móti livikorunum hjá fiski- og veiðumanninum.
Politiska støðan er eisini ein stórur trupuleiki – tí tað sum er galdandi í dag – er ikki galdandi í morgin.
Fleiri vístu á týdningin av at menn bóru seg rætt at tá farið var til Havar at mótmæla – tí tað verður alt ov lætt at niðurgerða veiðumannin – um menn leypa fram av.
Sum sagt er ætlanin at feløgini savnast í Havn áðrenn løgtingsfundurin verður settur.
Tað er tó ivasamt hvussu stórur flotin verður – tí nógv skip eru til umvælingar ella til fiskiskap og tey koma ikki við á hesum sinnið.




