Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flott avrik av KÍ kvinnunum

Oliver Joensen

Hóast hart trýstar í seinastu minuttunum av seinna hálvleiki, megnaðu KÍ kvinnurnar javnleik 1-1 í fyrsta Euroða Cup dystinum í ár.

KÍ kvinnurnar hava prógva, at dugur er í føroyskum kvinnufótbólti. Ímóti einum sterkum professionellum kvinnuliði úr Den Hag úr Hollandi, megnaðu okkara kvinnur ein javnleik, og hóast hart trýstar, so vórðu tað KÍ kvinnurnar, sum nærum løgdu seg framum 2-1 tá Rannvá bleiv einsamøll við málmanninum.
Samanumtikið eitt framúr úrslit, sum KÍ kvinnurnar og KÍ kunnu vera stolt av.
Spennandi verður at fylgja kappingini víðari.
Næsti dysturin verður ímóti Íslendsku kvinnunum úr Vali úr Reykjarvík. Hesin dysturin verður leiktur leygardagin kl. 14.45.