Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flott úrslit hjá Klaksvíkar Badmintonfelag.

John William Joensen

Dagfest 09.11.2009 í Ljubljana, Slovenia

Seinasta vikuskifti var Grand Prix kapping í Vestmanna, og vóru tað ikki færri enn 26 leikarar frá KBF, ið luttóku, og var KBF umboða í øllum bólkunum U11, U13 og U15

Leikarnir blivu styrkismettir, og síðani koyrdir í bólkar á 4 leikarar.
KBF luttók í 8 bólkum, og vunnu vit 4 av teimum.

Eisini kunnu vit nevna, at í sterkasta bólkinum hjá dreingjum, U15, hava vit nú 2 leikarar, og hjá gentunum U15 er ein, so ikki kann sigas annað enn, at vóninar fyri heiðursmerkjum, eru stórar.

Áhugavert er, at nógvir av okkara leikarum eru nýggir, tað vil siga, at hetta er teirra fyrsta kappingarár innan badminton, og longu síggjast góð úrslit.

At vit hava so nógvar nýggjar leikarar merkir, at menningin av badminton í Klaksvík, virkuliga hevur borið ávøkst, og at vit í KBF vónandi kunnu røkka okkara ásetta málið, nemliga at fáa ein ellar fleiri føroyameistara úr KBF, innan 3 ár eru farin.

Um onkur ynskir at síggja úrslitini, so kunnu tey síggjast inni á heimasíðuni hjá Badminton samband Føroyar ( www.bsf.fo ), undir úrslit, og so leinkjan Grand Prix 2009/2010.

Næsta kapping hjá BSF, verður í Klaksvík, leygardagin 5. desembur. Hetta verður ein “Open kapping”. At vit hava eina “Open kapping”, merkir at øll kunnu verða við, roynd sum óroynd, ung og vaksin, so um tað er onkur ið hevur hug at royna seg í eini badminton kapping, eru tit vælkomin.

KBF