Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flóttafólkastreymurin hóttir donsku vælferðina

Danial Viðoy

Flóttafólkastreymurin kann elva til, at danska vælferðin í komandi tíðum fer at vikna munandi. Sálarskelkaðir flóttar og tilflytarar, sum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum, kunnu fara at raka kjarnuvælferðina meint, eitt nú undirvísing og eldrarøkt, ávarar danskur búskaparprofessari.

Tað skrivar Kristiliga Dagblaðið á heimasíðu síni.

Núverandi flóttafólkastreymurin kann gerast ein dýr gøla í longdini. Støddin av flóttafólkastreyminum kann fara at hótta donsku vælferðina, sum vit kenna hana í dag.

Tað sigur m.a. búskaparprofessari, Bo Sandemann Rasmussen frá Lærda Háskúlanum í Aarhus. Tað eru serliga útreiðslurnar til sýrar, ið flýggja til Danmarkar, sum kunnu trýsta danska statskassan framyvir.

– Man kann heilt víst bera ótta fyri tí bólkinum av flóttum, sum koma í hesum umfari. Tað er munur á vanligum tilflytarum og teimum flóttum, ið eru sálarløstað av kríggi. Orsakað av teimum trupulleikum, tey taka við sær, kann tað gerast ein lutfalsliga dýrari bólkur, enn tey, man í miðal hevur tikið ímóti, sigur Bo Sandemann Rasmussen og óttast fyri, at tað fer at skaða vælferðarsamfelagið.

– Í seinastuni hevur Danmark tikið pening frá veitingum til menningarlond at fíggja flóttafólkastreymin, men tað er ikki ein vegur, vit kunnu ganga á í allar ævir. Um flóttafólkastreymurin heldur á, mugu vit spara aðrastaðni. Og tá kann tað raka undirvísingar- og eldraøkið, sigur búskaparprofessarin at enda.