Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flóttafólkini hava ein luksus-trupulleika

Danial Viðoy

Tað meinar Naser Khader í sínum bloggi um flóttafólkastreymin í løtuni.

Tað meinar Naser Khader í sínum bloggi.

Hann sigur at flóttafólkastreymurin flýggjar ikki FRÁ nøkrum men TIL nakað.

Í blogginum skrivar Khader, sum er fyrrverandi politikkari:

– Vit skulu gera okkum greitt, at fleiri av teim flóttum, ið koma til Danmarkar í løtuni ikki eru komin beint úr Sýria til Danmarkar. Nógv av hesum hava búð í Turkalandi í mánaðir ella ár, men hava nú fingið eyguni upp fyri, at møguleiki er ferðast frítt upp í gjøgnum Evropa.

– Aðrir flóttar eru í roynd og veru libanesarar og norðafrikanar, sum siga at teir eru sýrar, og sum ikki flýggja frá einum syrgiligum borgarakríggi, men einans leita eftir eini betri framtíð, skrivar Naser Khader í blogginum.

Hann skrivar víðari soljóðandi:

– Tá ið ein ungur maður sigur við TV2, at hann heldur vil til Svøríkis, tí Danmark hevur skorið niður í almennum útreiðslum og hert reglurnar fyri familjusamanføring, ljóðar tað meira sum innflyting ístaðin fyri flýggjan!

LES ALLAN BLOGGIN HER

Harleyfacadeacryl