Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flóttar skulu til arbeiðis umgangandi

Danial Viðoy

Danmark: Tað er eingin orsøk fyri, at flóttafólkini, sum koma til Danmarkar, skulu læra málið áðrenn farið verður út á arbeiðsmarknaðin.

Danmark: Tað er eingin orsøk fyri, at flóttafólkini, sum koma til Danmarkar, skulu læra málið áðrenn farið verður út á arbeiðsmarknaðin.

Tað leggur danski Javnaðarflokkurin upp til.

Mathias Tesfaye, sum er framsøgumaður í borgararætti fyri danska Javnaðarflokkin, sigur við Ritzau, at politikkurin á integratiónsøkinum eigur at verða broyttur.

– Tað er eingin orsøk fyri, at nýggir borgarar skulu læra danska málið, áðrenn farið verður til arbeiðis. Eitt nú kunnu hesi fáa koyrikort til buss, sum kann verða skipað á enskum, skjýtur hann m.a. upp.

Hann vísir eisini á, at kommunurnar í Slagelse og Vejle hava havt góðar royndir av hesum, og at ongin orsøk at Fólkatingið finnur upp á tann djúpa tallerkin umaftur.

– Vit kunnu læra av hesum kommununum og gera teimum bragdið eftir, tí tað hevur eydnast teimum væl, at fáa nýggjar danskar borgarar til arbeiðis sum skjótast.

Men Mathias Tesfaye leggur tó dent á, at undirvísing í donskum framhaldandi skal vera eitt krav.