Argjabáturin lá á odda fyrsta teinin, men seinastu áleið 300 metrarnar róði Nevið Reyða heilt framúrskarandi og hølvaði alt av. Tað blivu 6 sekund á muni ella áleið tvær bátslongdir, tá bátarnir komu á mál. Við sigrinum í dag bendur alt á, at Nevið Reyða fer at vinna FM í ár. Eingin ivi um, at hesir umborð á Nevinum hava góð evnir at rógva kapp.
1. Nevið Reyða 5.02.21
2. Argjabáturin 5.08.07




