Magnus hevur verið fastur fúsur at sungið á sjúkrahúsinum og í samkomum kring landið og nú er hann eisini tøkur á fløgu
– Eg havi ferðast nógv við Levi Joensen kring landið og sungið í samkomum.
– Eisini eri eg partur av einum bólki, sum aðruhvørja viku vitjar á sjúkrahúsinum og røktarheiminum.
– Tað hevur gleðir altíð fólk at hoyra sang og eg eri glaður um at eg eri sloppin at geva sangirnar út á fløgu, sigur Magnus Poulsen í stuttari viðmerking.
Magnus Pouslen syngur og spælir harmoniku á fløguni og harafturat far hann stuðul frá Pætur við Keldu, klaver, Erland Frederiksberg, akk.guitar og Ingi Isaksen, klaver, forritan og ljóðbland.
Fyrsti sangurin á fløguni er yrktur av Levi Joensen og tann næsta hevur Markus Sørensen á Viðareiði skrivað.
Annars er talan um kenda andaligar sangir.
Fløgan, sum júst er komin á gøtuna, er at fáa á Shellstøðini í Klaksvík og í Gøtudali og fæst eisini við at venda sær til Magnus Poulsen á tlf. 275396
Fløgan kostar kr. 130,-




