Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flúgvandi skervur!

John William Joensen

Øll gleðast vit! Eins og øll onnur gleðist eg um framburð og tann nógva aktivitetin ið er í býnum. Uttan iva hevur tað skund, at menna okkum til størri kapping og nýggju avbjóðingarnar ið standa fyri framman.

Men vónandi meta okkara mynduleikar ikki at tað hevur so stóran skund fáa eina rundkoyring, ein kajkant ella líknandi- at mannalív eru uttan týdning í hesi kapping.
Tey sum fara ein gongutúr eftir Uppsalagøtu millum kl. 07 og 24, munnu tó halda at her stendur um lív at fáa skerv og beton til høldar.
Skervur flygur um oyrini- ja tað er beinleiðis lívs hættisligt at fara til gongu úttan hjálm á høvdinum. Her er eisini sjón fyri søgn, skervur er stroyddur eftir vegnum úr vágstúni niðan Boroyðarvík. Og at fara yvir um vegin er ikki hugsningur um hjá teimun sum ikki hava vant til tunnilsrenningina.
Ikki er rætt at skera øll yvir ein kamb, og soleiðis eru tað eisini teir ið koyra eftir umstøðunum og uttan iva eru tað frammúr dugnalig fólk aftanfyri róðri á hesum stóru akførum. Tað er hugaligt at síggja hvussu skjótt arbeiði gongur frammá, men til tíðir gongur heldur skjótt hjá onkrum.
Eg vil tí inniliga heita á teir lastbilførarar, við mesta skundinum, um at hava størri fyrilit fyri øllum teimun mannalívum teir seta í vága, um ikki koyrt verður eftir umstøðunum.
Ikki veit eg um koyringin er eftir akordskipan e.l. ið noyðir bilførarnar til slíkan skund fyri at røkka líkinda inntøkuni, um so er, má arbeiðsgevarin átaka sær sín part av ábyrgdini. Uttan iva hava almennu mynduleikarnir tryggja sær at arbeiði fer framm eftir lógligum og skipaðum viðurskiftum.
Rímuligt er eisini at spyrja hvar mynduleikarnir eru tá slík, til tíðir, skipa skilaleys koyring fer framm beint fyri eygunum á teimun.
Ein bangin á Uppsalagøtu